07.05.2013 · Heilsumálaráðið

Avrikssáttmáli undirskrivaður millum Landssjúkrahúsið og Heilsmálaráðið

Avrikssáttmáli undirskrivaður millum Landssjúkrahúsið og Heilsmálaráðið

Sigurð Ó. Vang, sjúkrahússtjóri, og Turid Arge, aðalstjóri, skrivaðu í gjár undir mál- og avrikssáttmálan 2013 millum Landssjúkrahúsið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Landssjúkrahúsinum í 2013.

Fokusøki í 2013 er trygd og dygd í sjúklingagongdum og tænastum. At bøta um sjúklingagongdirnar er aðalmálið í øllum virkseminum á Landssjúkrahúsinum.

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.

Sáttmálin kann lesast niðanfyri:
Mál- og avrikssáttmáli 2013 - Landssjúkrahúsið.pdf