23.04.2014 · Heilsumálaráðið

Avrikssáttmáli undirskrivaður millum Gigni og Heilsumálaráðið

Mál- og avrikssáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøkið og virksemið hjá Gigni í 2014. Í mál- og avrikssáttmálanum er millum annað sett sum mál, framhaldandi at menna Gigni sum ein vælvirkandi og brúkrarvinarligan stovn, at fyrireika og stovnseta eina ráðgeving til kvinnur, ið umhugsa fosturtøku, og at luttaka í SSP-samstarvinum, ið hevur til endamáls at fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. Sí mál- og avrikssáttmálan her.