24.01.2014 · Heilsumálaráðið

Avrikssáttmáli undirskrivaður millum Apoteksverkið og Heilsumálaráðið

Kjartan Mohr, landsapotekari, og Turid Arge, aðalstjóri, hava skrivað undir mál- og avrikssáttmálan 2014 millum Apoteksverkið og Heilsumálaráðið. Sáttmálin lýsir uppgávurnar, arbeiðsøki og virksemið hjá Apoteksverkinum.

Í mál- og avrikssáttmálanum er millum annað sett sum høvuðsmál at ISO-certificera Norðoya Apotek og Suðuroyar Apotek. Sí sáttmálan her

Avrikssáttmálar
Stovnar undir landinum skulu sambært kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins (Roknskaparkunngerðini) frá 2010 arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið.