04.02.2014 · Heilsumálaráðið

Avrikssáttmálar undirskrivaðir við Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið

Heilsumálaráðið hevur skrivað undir mál- og avrikssáttmálar fyri 2014 við Fólkaheilsuráðið og Ílegusavnið.

Mál- og avrikssáttmálarnir lýsa uppgávurnar, arbeiðsøki og virksemið hjá ávikavist Fólkaheilsuráðnum og Ílegusavninum.

Fokusøkið í 2014 hjá Fólkaheilsuráðnum eru royking, rúsevni, rørsla og kostur. Hjá Ílegusavninum eru fokusøkini trygd og dygd fyri verkætalnar-luttakarar og brúkarar.

Sí mál- og avrikssáttmálar her.