19.12.2013 · Heilsumálaráðið

- Avgerandi, at barnið og familjan fáa best møguliga hjálpina so skjótt sum gjørligt

"Eftirmetingar og royndir úr okkara grannalondum vísa greitt, at skipanin við Barnahúsum er betri fyri børnini. Tað eru betri fyri tey, at neyðuga hjálpin er skipaður úr einum stað, so tú sum familja ella einstaklingur ikki skal renna frá Pilatus til Heródes og aftur til Pilatus um sama mál",

Soleiðis segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, m.a. á tíðindafundi í samband við at Barnahúsið verður latið upp.

----

Góðu tit,

Sum landsstýrismaður í heilsumálum gleðist eg eisini um, at dyrnar nú verða latnar upp fyri einum føroyskum Barnahúsi.

Eg fari beinanvegin at rósa tykkum, sum hava skipað fyri og verið við at gera hetta til veruleika. Tit eru fleiri og umboða ymiskar myndugleikar og mín vón er, at samstarvið í og kring Barnahúsið verður eins væl frágingið, sum tykkara arbeiði hevur verið.

Takk skulu tit hava fyri tað.

Sjálvur eri eg sannførdur um, at Barnahúsið kann gerast ein stórur bati fyri tey, ið tað snýr seg um - nevniliga tey børn, sum koma í ta vanlukkuligu støðu at verða fyri kynsligum ella øðrum ágangi.

Kenni sum fyrrverandi løgreglumaður eisini til mál av hesum slag. Tað vísir seg, at børn, sum eru fyri ágangi, fáa eina sterka kenslu av at álitisbroti og vandi er fyri, at hesar hendingar seta djúpar og varandi rivur í sjálva sálina.

Tí er tað avgerandi, at barnið og familjan fáa best møguliga hjálpina so skjótt sum gjørligt.

Lat tað vera sagt. Vit hava góðar og vælvirkandi skipanir í dag. Vit hava góð og dugnalig fólk, sum hava hjartað á rætta stað. Men sum myndugleikar hava vit eina ábyrgd alla tíðina at hyggja eftir, um vit kunnu skipa okkum øðrvísi, so hjálpin og tann góði viljin fáa enn betri karmar at virka í.

Eftirmetingar og royndir úr okkara grannalondum vísa greitt, at skipanin við Barnahúsum er betri fyri børnini. Tað eru betri fyri tey, at neyðuga hjálpin er skipaður úr einum stað, so tú sum familja ella einstaklingur ikki skal renna frá Pilatus til Heródes og aftur til Pilatus um sama mál.

Royndir siga eisini, at tryggleikin hjá børnunum – og harvið álitið til tey vaksnu, sum ynskja at hjálpa – veksur, tá útgreiningin fer fram í barnavinarligum kørmum. Og harvið økist møguleikin eisini fyri, at barnið kemur fyri seg aftur eftir ógvusligu løstirnar.

Í øðrum lagi gevur tað eisini fleiri ágóðar at savna fólk og vitan á sama stað. Tað er mennandi fyri starvsfólkini og tað hevur í síðsta enda betri tænastu til tey børnini, sum hava brúk fyri tí.

Við hesum fáu orðum fari eg at siga takk fyri!