Í galdandi lóggávu viðv. heilsustarvsfólki í Føroyum eru ongar ásetingar um løggilding av kiropraktorum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, optikarum ella heilsurøktarum.
Við at seta autorisatiónslógina í gildi fyri Føroyar verður løggilding fyri hesar bólkar av heilsustarvsfólkum lógarásett. Harumframt verður lóggávan dagførd viðv. øllum hinum heilsustarvsfólkunum, ið eru nevnd í kongligu fyriskipanini.
Ásetingar um løggilding av heilsustarvsfólki í Føroyum finnast í løtuni í 12 ymiskum kongligum fyriskipanum. Kongligu fyriskipanirnar eru settar í gildi yvir eitt drúgt áramál. Tann fyrsta: “kongelig anordning nr. 35 af 26. februar 1935 for Færøerne om udøvelse af lægegerning” við seinni broytingum, er sett í gildi í 1935, meðan tær seinastu, um bioanalytikarar og radiografar, eru settar í gildi í 2005.
Í Danmark vórðu allar lógirnar um løggilding av heilsustarvsfólki samlaðar í einari lóg (autorisationsloven) í 2006. Broytingar eru síðani javnan gjørdar í lógini. Av tí, at autorisatiónslógin ikki enn er sett í gildi í Føroyum, eru flestu av omanfyrinevndu kongligu fyriskipanum ikki dagførdar.
Í uppskotinum eru ásetingar um løggilding av læknum, sjúkrarøktarfrøðingum, tannlæknum, kiropraktorum, jarðarmøðrum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, bioanalytikarum, kliniskum diætistum, radiografum, bandagistum, kliniskum tannteknikarum, tannrøktarum, optikarum, fótterapeutum og heilsurøktarum.
Umframt hetta eru eisini aðrar betringar í mun til galdandi lóggávu. Eitt nýtt kapittul er um sjúklingajournalir, herundir um journalføring, innihaldið í journalum og varðveitslu av journalum. Við at seta hesar reglur í gildi í Føroyum verður bøtt um sjúklingatrygdina og um kvalitetin av veitingum í sjúkrahúsverkinum. Í § 14 verður ásett, at løggild heilsustarvsfólk missa rættin til sjálvstøðugt fakligt virksemi, tá ið tey fylla 75 ár. Í kap. 25 eru nýggjar ásetingar um kosmetiska viðgerð í sjúkrahúsverkinum. Alt broytingar, ið betra um tænastuna og kvalitetin í sjúkrahúsverkinum.
Fyrimunurin við at hava ásetingarnar um løggilding av heilsustarvsfólki í einari lóg er eisini, at møguligt er at hava ásetingar, ið eru felags fyri øll heilsustarvsfólk í somu lóg. Í hesari lóg eru t.d. felags ásetingar galdandi fyri øll heilsustarvsfólk um endamál við løggildingini, fráboðan av løggildingini, frátøku, fráskrivan og endurútvegan av løggilding, umframt ymiskar ásetingar um mannagongdir í hesum sambandi. Felags ásetingar eru eisini um revsing av heilsustarvsfólki í sambandi við brot á ásetingar í lógini.
Ætlanin er at leggja ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed” fyri Løgtingið eftir ólavsøku 2013. Um lógin verður samtykt í Løgtinginum, verða allar tilhoyrandi donsku kunngerðirnar eftirfylgjandi sendar tykkum til hoyringar.
Uppskotið sum nú er til hoyringar sæst niðanfyri:
Udkast - Kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed DOK1193349.pdf