22.03.2012 · Heilsumálaráðið

Arnhold Olavsson Jensen nýggjur kommunulækni á Tvøroyri

Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sett Arnhold Olavsson Jensen , serlækna í almennum medisini, í fast starv sum kommunulækni á Tvøroyri.

Arnhold Olavsson Jensen er 37 ára gamal og búsitandi á Tvøroyri. Nýggi kommunulæknin á Tvøroyri hevur lisið til lækna í Keypmannahavn og fekk prógv í 2003. Síðan hevur hann nomið sær serútbúgving í almennum medisini í Føroyum.

Arnhold Olavsson Jensen byrjar sum kommunulækni á Tvøroyri tann 1.mai.