Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum, skipaði í gjár fyri evnisdegi um orku fyri samgonguni.
Samgongan hevur sett sær stór mál á orkuøkinum, og var endamálið við fundinum at umrøða, hvussu málini kunnu fremjast í verki. Framløgur vóru um orkuviðurskifti, herundir útbyggingar av elframleiðsluni, møguleikar at gera sethús og bygningar meira orkueffektiv, búskap og um umhvørvis- og náttúruviðurskifti við atliti til orku. Fundarluttakararnir høvdu høvi at seta fram sínar hugsanir um hesi viðurskifti, og var orðaskiftið livandi og konstruktivt.
Landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at fara undir eina skipaða røð av átøkum at fremja orkupolitikkin í verki. Evnisdagurin var byrjanin til arbeiðið at gera eina ætlan fyri orkuátøk, sum samgongan fer at arbeiða við.