Sunnudagin 31. mai er hin altjóða roykfríi dagurin. Í hesum sambandi var Fólkaheilsuráðið á torginum í SMS. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum handaði virðislønirnar í teknikappingini fyri børn.
Í sambandi við handanina helt landsstýrismaðurin røðu, har hann millum annað fegnaðist um, at mongu átøkini móti royking tykjast at hjálpa. Vit sóu í seinastu Gallup- kanning eina minking av roykingini hjá dagligum roykjarum frá 28% niður í 22%.
Karsten Hansen segði soleiðis um vinnaramyndirnar:
- Mongu myndirnar vísa óteljandi vinklar uppá árinini av royking og tað hevur neyvan verið lætt hjá kønu dómsnevndini at tikið dagar ímillum tekningarnar. Men tær tríggjar tekningarnar, ið um eina løtu fáa vinningin, hava tað væl og virðiliga uppiborið.
Elsti bólkurin 11-14 ár
Vinnarin, í hesum bólki, hevur lagt dent á umhvørvið, at tað ikki verður dálkað við royki. Tað er avmyndað við jarðarknøttinum, sum sigur: “Bjargið mær – Góði steðgið at roykja”.
Hesin bólkur hevur verið eitt serstakt mál hjá Fólkaheilsuráðnum. Í apríl og mai hevur verið vitjað í øllum 5. flokkum í hvørjum tí einasta skúla í landinum, har ljós hevur verið varpað á royking.
Serliga hevur verið tosað um bólkatrýst, hvussu ein ungur kann nærmast verða happaður til at roykja, uttan at vilja tað sjálvur.
Átakið hevur heitið “Mín besti vinur”, og vit síggja filmin á framsýningini í dag, sum hevur verið vístur og eisini bilin, sum ferðast hevur verið við um landið.
Miðbólkurin 7-10 ár
Vinnarin í hesum bólkinum hevur teknað eina gentu við svarta beltinum, har hon hegnisliga fær sigarettina at bogna undan karatu-slagnum. Her er ein serligur dynamikkur í myndini, sum lýsir so væl stríðið móti royking, har orka og snildi skulu gera okkum heilt roykfrí.
Yngsti bólkur 7 ár og yngri
Vinnarin hevur gjørt eina sera góða kompositión, har tú sært eina grøna sigarett á reyðari bakgrund. Væl valdi grøni liturin gevur hugasambond við okkurt eitrað, har krossur er settur útyvir. Hetta er eitt einfalt roykiforboð, væl sett saman við litum, ið hóska saman.
Hetta eru tey, sum ganga í barnagarð, og longu nú seta fokus á royking. Tað er gott verður byrjað tíðliga við børnunum.