Landsstýrismaðurin í heilsumálum veit onki um, hvør hevur mælt til leistin, sum Hondbóltssamband Føroya ætlar at brúka til steypafinalurnar um vikuskiftið, har bara liðugt koppsett fólk frítt kunnu keypa atgongumerkir. Men hann ger greitt, at almennu tilmælini eru ikki broytt
Miðlarnir vita at siga, at bara fólk, ið eru koppsett tvær ferðir frítt kunnu keypa atgongumerkir til steypafinalurnar í hondbólti, sum Hondbóltssamband Føroya skipar fyri í Høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.
Tað undrar Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum, tí hann kann staðfesta, at almennu tilmælini hjá landsstýrinum ikki eru broytt.
Heilsufakliga verður stórur dentur jú lagdur á, at tú kanst breiða koronusmittu, sjálvt um tú ert koppsettur. Eg visti onki um hetta málið, fyrr enn eg las um tað í miðlunum. Ongi av teimum upprunaligu tilmælunum, sum viðvíkja størri fólkasamkomum eru broytt. Tey eru generell og galdandi fyri øll. Sjálvur haldi eg tað vera sera harmiligt, um fólk verða býtt í A- og B-borgarar, alt eftir um tey eru koppsett ella ikki, sigur hann.