21.09.2015 · Heilsumálaráðið
Almenn móttøka fyri landsstýriskvinnunum í almannamálum og heilsu- og innlendismálum
Seinnapartin í dag verður almenn móttøka í sambandi við, at Eyðgunn Samuelsen og Sirið Stenberg hava tikið við sum landsstýriskvinnur í ávikavist almannamálum og í heilsu- og innlendismálum.
Móttøkan verður í dag frá kl. 15 til 17 í Almanna- og Heilsu- og innlendismálaráðnum, Eiragarður 2.