Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur tikið stig til, at allir nýføðingar skulu kannast fyri sjúkuna cystiska fibrosu. Fyrstu kanningarnar vera longu í næstu viku.
Við at kanna allar nýføðingar fyri cystiska fibrosu ber til at finna sjúkuna fyrr enn í dag og harvið verður møguligt at seta í verk neyðuga viðgerð beinanvegin. Hetta merkir færri innleggingar, minni tørv á intensiari viðgerð og bøtir í heila tikið um møguleikarnar at liva eitt betri og longri lív.
Allir nýføðingar fáa longu tikið blóðroynd í hælinum stutt eftir føðing og børnini verða longu kannað fyri fleiri álvarsligar sjúkur. Frameftir verður eisini kannað fyri cystisk fibrosu.
- Eg fegnist um, at vit nú eisini fara at kanna nýfødd fyri cystiska fibrosu. Cystisk fibrosa er ein ógvuliga álvarslig sjúka og vit mugu gera alt vit megna fyri at geva hesum børnum ein so góðan uppvøkstur sum gjørligt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.
Nýggju kanningarnar verða settar í verk frá 2. mai 2016.