Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki liðugt greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 av hesum kanningunum verða greinaðar í løtuni. Landslæknin skal síðani ringja til teirra, sum møguliga hava fingið staðfest smittuna.
Øll úrslit verða kunngjørd skjótast møguligt.
Heilsumálaráðið tann 6. august kl. 12.33
Dagført kl. 17.25