Nú eru allar kanningar, sum vórðu gjørdar leygardagin 8. august og sunnudagin 9. august, liðugt greinaðar. Millum kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin, vóru 7 tilburðir staðfestir. Millum tær 2269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin, eru nú í alt 10 tilburðir staðfestir.
Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er longu ein tilburður staðfestur. Enn hevur Landslæknin ikki endaliga yvirlitið yvir, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár, men talið av kanningum liggur í øllum førum omanfyri 1000.
Sostatt eru 99 persónar staðfestir smittaðir í løtuni.
Heitt verður á tey kannaðu um at vísa serligt varsemi, til endaliga kanningarúrslitið er tøkt.
Heilsumálaráðið tann 11. august kl. 15.17
Dato fyri kanning | Kanningar | Positivar | Bíða eftir úrsliti |
03.08.20 | 717 | 2 | |
04.08.20 | 948 | 14 | |
05.08.20 | 2286 | 38 | |
06.08.20 | 2804 | 16 | |
07.08.20 | 4521 | 11 | |
08.08.20 | 3462 | 7 | |
09.08.20 | 2269 | 10 | |
10.08.20* | 1000+ | 1 | 1000+ |
*Kanningar frá 10. august eru ikki liðugt greinaðar enn.