Grundað á fíggjarligu støðuna og gongdina á Landssjúkrahúsinum eru Heilsumálaráðið og Allan Skaalum blivin samd um, at Allan Skaalum fer úr starvinum sum sjúkrahússtjóri.
Orsøkin til hetta er, at Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður ikki longur hevur álit á, at Allan Skaalum sum sjúkrahússtjóri megnar at stýra útreiðslunum á nøktandi hátt.
Allan Skaalum er ósamdur í, at hann kann lastast fyri ta fíggjarligu støðu, sum er íkomin og sum hevur ført við sær at søkt er um eykajáttan, men sum støðan er, ynskir hann kortini at gera eina fráfaringaravtalu.
Landsstýrismaðurin hevur avgjørt, at Turid Arge, deildarstjóri í Heilsumálaráðnum, verður virkandi sjúkrahússtjóri í fyrsta umfari.