Sólarmyrking verður 20. mars í ár. Tað ikki er vandaleyst at hyggja at sólini, meðan sólarmyrkingin er. Tí fer Heilsumálaráðið við hesum at heita á øll, sum veita verndarbrillur til sólarmyrkingina, um at tryggja, at verndarbrillurnar eru góðkendar at nýta til at hyggja at sólini, meðan sólarmyrkingin er.
Heilsumálaráðið minnir á ábyrgdarreglurnar í m.a. produktansvarslógini og marknaðarføringslógini. Ein veitari hevur fulla ábyrgd av vøruni og skal tryggja greiða vegleiðing.
Tey, ið veita verndarbrillur, ið nýttar verða til at hyggja at sólini, skulu tryggja, at brillurnar hava røttu góðkenning (t.d. CE), og at brúkarin fær eina greiða vegleiðing í sambandi við nýtsluna av brillunum.