Ein nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 104.389 kanningar.
Tilburðurin varð staðfestur á flogvøllinum, har øll ferðafólk verða kannað við komu til landið. Talan er um ein persón við bústaði í Føroyum. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 414 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 409 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 5 persónar smittaðir í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 8. september kl. 11:21