Løgmansskrivstovan lýsir nú aðalstjórastarvið í Heilsumálaráðnum leyst at søkja. Talan er um eitt spennandi starv. Aðalstjórin er ovasti ráðgevi hjá landsstýrismanninum og hevur m.a. ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini og rakstrinum av stjórnarráðnum.
Stór krøv eru til førleikarnar hjá aðalstjóranum. Talan er um kandidatútbúgving frá lærdum háskúla, týðandi leiðsluroyndir, góðar leiðsluførleikar og góðar samskiftisførleikar. Í lýsingini og tilhoyrandi starvs- og persónsprofili sæst meira um hetta.
Umsóknarfreistin er 22. oktober 2012 kl. 12.00. Løgmaður setur størvini í samráð við landsstýrismannin í Heilsumálum.
Starvið verður sett frá 1. januar 2013 ella eftir nærri avtalu.
Sí starvslýsing við at trýsta her