Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur í dag borið fram røðu í sambandi við aðalfundin hjá Læknafelag Føroya.
Les alla røðuna niðanfyri.
----
Góðu tit øll í Læknafelag Føroya!
Tað er mær ein heiður at vera boðin við til tykkara árliga fund og kunna siga nøkur orð. Hóast eg enn eri nýggjur sum heilsumálaráðharri, so hevur mítt hjarta altíð bankað fyri hesum økinum og ikki minst fyri tykkara stóra og týdningarmikla arbeiði, sum tit læknar gera fyri samfelagið. Tað eru tit, sum taka tær torføru metingarnar og truplu avgerðirnar og hvønn dag standa við lívinum hjá okkum føroyingum í tykkara hondum.
Heilsuøkið, sum fevnir um primera økið – kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk í primera økinum - til sekundera økið við innleggingum á sjúkrahús, er eitt sera týdningarmikið øki, sum skal og má virka í einum nútímans samfelagi.
Hetta økið viðkemur okkum øll, tí øll hava vit brúk fyri Heilsuverkinum. Frá vøggu í grøv eru tit okkara hjálparar og leverandørar. Tit hjálpa menniskjanum inn í lívið, og tá lívið er við at fjara burtur, eru tit eisini har við linna og hjálp. Tit læknar saman við øðrum heilsustarvsfólkum eru drívkraftin í føroyska heilsuverkinum, uttan tykkum ber einki til, og alt heilsuverkið hevði steðgað upp, um tit ikki vóru har.
Serlæknatørvurin hevur fyri fáum árum síðani verið stórur, og trupult hevur verið at rekruttera serlæknar til Føroyar at arbeiða. Seinastu tíðina eru tíbetur fleiri serlæknar settir í starv í Sjúkrahúsverkinum. Hetta hevur bøtt nógv upp á støðuna innan sjúkrahúsverkið.
Tá hugsað verður um primera økið, hevur stórur tørvur verið á at rekruttera nýggjar kommunulæknar. Síðani vit hava havt møguleikan at útbúgva kommunulæknar, er stór betring farin fram á tí økinum. Ikki tykkum at siga, so ynskja teir yngru kommunulæknarnir at arbeiða saman í toymum. Á hesum økinum eru mentanarligar broytingar farnar fram, har læknar í dag raðfesta øðrvísi, og javnvágin millum arbeiðslívið og familjulívið er øðrvísi hjá teim nýggju læknunum enn hjá tí eldra ættarliðinum, tá vanligt var, at kommunulæknarnir arbeiddu einsamallir og geografiskt sæð vóru langt frá hvørjum øðrum í hvør síni viðtalu.
Í sjúkrahúsverkinum eins og á Kommunulæknaøkinum fer fram eitt ættarliðsskifti. Hetta merkir, at nýggir læknar koma til, samstundis sum fleiri læknar eru komnir væl til árs og skjótt fara frá fyri aldur. Tí eru vit noydd at hava møguleikan opnan fyri framhaldandi at kunna útbúgva Kommunulæknar í Føroyum. Eisini mugu vit hava eygu og oyru opin, tá føroyingar við sergreinum, ið tørvur er á, eru lidnir at lesa.
Heilsuverkið er grundstøðið undir einum góðum og vælvirkandi samfelag, og soleiðis skal tað vera. Borgarar skula kunna kenna seg tryggar og vita, at alt fungerar, sum tað eigur, tá tað snýr seg um sjúku, og tá á stendur. Okkara ungdómur og føroyingar sum heild, sum búleikast uttanlands, skula kenna seg trygg at flyta heimaftur til Føroyar at búgva, eisini á heilsuøkinum.
Í teimum førum, har hetta ikki letur seg gera vegna fyrisettar reglur, fari eg at arbeiða fyri at broyta hesar forðingar, so hetta kann svara til tann politikk, ið eg standi fyri. Vit skula vera rúmlig, serliga í mun til okkara borgarar, sum eru noyddir at fara av landinum at nema sær útbúgving.
Sjálvur haldi eg, at vit á fleiri økjum hava eitt gott heilsuverk, men vit kunna gleða okkum til enn betri umstøður, tí skjótt verður H-bygningurin liðugur, sum gevur nógvar og góðar møguleikar bæði hjá læknunum og ikki minst hjá sjúklingunum. Starvsfólkini er sera eldhugað og fakliga væl skikkað og eru fús at renna skjótari og arbeiða meira, so sjúklingurin kann fáa bestu og nøktandi sjúkuviðgerð.
Ein nýggj avbjóðing hjá heilsuverkinum er, at sjúklingarnir, longu áðrenn tey koma til lækna, hava verið á netinum og ‘googla’, hvat teimum bagir. Hetta kann vera ein trupulleiki í mun til fyrr, tá sjúklingarnir ikki kjakaðust við læknan um, hvat teimum feiltu, men lótu tað upp í hendurnar á læknanum at taka støðu til.
Ofta verður tosað um ‘Heitar hendur’. Tað kemur ikki av ongum, at hesi orð hava fangað, tí tey flestu kenna aftur fyribrigdið, tá tey hava havt tørv á viðgerð og umsorgan. Hvussu nógv viðgerð og umsorgan hvønn dag verður veittur ígjøgnum hendurnar á heilsustarvsfólkunum, er ógjørligt at meta um.
Eg kann ikki lata vera við at siga mína hjartans meining um, hvussu væl eg haldi, at tit taka tykkum av sjúklingunum, at tit vísa reinan menniskjakærleika og innliva tykkum í støðuna hjá sjúklinginum.
Heilsuverkið er virkið allar 24 tímarnar í samdøgrinum, mannað við heilsustarvsfólki, sum eru til arbeiðis og ikki sum hjá flest okkum, sum arbeiða frá klokkan otta til klokkan fýra.
Líka mikið nær á døgninum tú kemur inn á sjúkrahúsið ella hevur brúk fyri hjálp í primera økinum, so er ljóst og upplýst, og heilsustarvsfólkini standa klár at hjálpa, tí sjúka spyr ikki eftir klokkuni. Altíð eru fólk á vakt, og náttartímarnir munnu ofta vera strævnir at koma ígjøgnum.
Hugsi ofta um, hvussu trupult tað man vera hjá tykkum at koma heim til familjuna aftan á lokna arbeiðstíð, nátt sum dag eftir eina trupla vakt. Eg sigi hetta, tí eg veit, at tað ber illa til hjá tykkum mentalt at lata vera við at ‘taka arbeiðið’ heim við, tá man hevur við sjúku og menniskju at gera.
Føroyska Heilsuverkið hevur ikki møguleika fyri at bjóða viðgerð í øllum sergreinum á høgum støði. Hóast tað, so skula okkara sjúklingar kortini hava góðar umstøður og viðgerðir. Minst møguligt skulu sjúklingar bíða eftir visitering og viðgerð og liva við sjúkuni í tí óvissa. Nógvar broytingar er farnar fram innan viðgerðartilboð tey seinastu árini.
Júst hetta evnið viðgerðartilboð og viðgerðartrygd hevur verið okkara hjartamál í Sambandsflokkinum. Longu í november 2017 løgdu vit fyri Løgtingið ‘Uppskot til samtyktar um at seta í verk skipan í sjúkrahúsverkinum um viðgerðartrygd til allar føroyingar’. Uppskotið varð samtykt av øllum flokkum á tingi. Ein arbeiðsbólkur, mannaður við serfrøðingum innan økið, hevur sitið við hesum arbeiði og gjørt tilmæli um viðgerðartrygd. Væntandi verður hetta arbeiðið handað í desember í árinum.
Harafturat hevur ein annar arbeiðsbólkur sitið og arbeitt við einum tilmæli um Hospice - palliatión og viðgerð, í Føroyum. Hetta er eitt hart tiltrongt arbeiði, tí umstøðurnar at hava hesa funktiónina virknað, sum støðan er í dag, eru truplar. Her var ein arbeiðsbólkurin settur at greina og finna út av, hvat best er fyri Føroyar innan hetta økið. Hesin arbeiðsbólkurin fer at handa landsstýrismanninum tilmælið í november mánað.
Fleiri avbjóðingar koma alla tíðina við nýggjum og nútímans viðgerðum, sum leggjast alsamt afturat og fylgja tí tøkniligu og medisinsku menningini. Okkara sjúkrahúsverk skal sjálvandi verða dagført alla tíðina. Tó er ikki neyðugt, at vit hava øll spesiali her í Føroyum. Tí fara vit framhaldandi at senda nakrar av okkara sjúklingar av landinum til ymsar sergreinir og viðgerðir uttanlands. Umframt til Danmarkar til viðgerðir, fara vit eisini at venda okkum til hini Norðanlondini.
Her fari eg at kanna hesar møguleikar og arbeiða fram ímóti at gera avtalur við sjúkrahús- viðgerðarstøð í hini Norðanlondunum um viðgerðir til føroyingar.
Takk fyri at tit lýddu á, og bestu ynski frameftir.
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum