Eingin smitta varð staðfest í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 97.762 kanningar.
411 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru nú 374 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 37 persónar smittaðir í løtuni.
Tveir persónar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við coronasmittuna. Eingin liggur á intensivari deild.
Kanningarúrslit dagførd skjótast gjørligt
Í morgin verður farið aftur til einans at dagføra kanningarúrslit, tá hesi eru tøk frá Landslæknanum. Tølini verða dagførd á hagtalssíðuni hjá Heilsumálaráðnum og á forsíðuni á www.corona.fo.
Samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv.
Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk.
Heilsumálaráðið 1. september 2020 kl. 11.17