Sambært seinastu uppgerðini á Landssjúkrahúsinum høvdu umleið 21.000 føroyingar latið seg kanna fyri CTD tann 28. apríl í ár. Av teimum høvdu 93 fingið staðfest sjúkuna.
Hetta umfatar allar kendar sjúklingar í Føroyum og Danmark. Av teimum 93 eru 7 deyðir og 13 hava danskt P-tal. Av teimum við donskum p-tali eru fleiri funnir í Føroyum.
Umframt tey 93, ið hava fingið staðfest CTD, verða 22 persónar í løtuni kannaðir nærri fyri at fáa greiðu á hvørt talan er um CTD.