Tað eru nú í alt 92 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 1942 kanningarúrslit.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Seinni í dag verða tey meira nágreinaðu hagtølini dagførd á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum, www.hmr.fo, og á www.corona.fo, har innlit millum annað fæst yvir kynsbýti og í hvørjum aldursbólki, tey smittaðu eru.
Heilsumálaráðið tann 21. mars 2020 klokkan 07.45