Metnógvar kanningar hava verið seinastu dagarnar, og metnógvir tilburðir eru eisini staðfestir. So nógvar kanningar verða gjørdar, at seinkingar í greiningunum koma fyri.
Kanningarúrslit frá kanningunum gjørdar fríggjadagin tann 7. august vórðu tøk í morgun. 11 tilburðir vórðu staðfestir millum tær 4.521 kanningarnar, sum vórðu gjørdar fríggjadagin.
Leygardagin vóru eisini sera nógvar kanningar gjørdar, og í løtuni eru 729 kanningar ikki liðugt greinaðar. Av teimum 3462 kanningunum hendan dagin, eru higartil seks nýggir tilburðir staðfestir. Harumframt er longu ein tilburður staðfestur millum tær 2.269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar í gjár. Sostatt er samlaða talið av staðfestum tilburðum í Føroyum nú 313.
Sí yvirlit av seinastu døgunum her.
Enn eina ferð verður heitt á øll um at vísa serligt varsemi, til allar kanningar eru greinaðar.
Seinastu útlendingarnir staðfestir frískir
Í dag vórðu 10 persónar staðfestir frískir. Talan er um teir útlendingarnar, sum fingu staðfest smittuna í samband við, at trý skip lógu við bryggju í Ánunum í Klaksvík upp undir ólavsøku. Hesir eru allir farnir av landinum aftur. Í alt eru tí 225 staðfest frísk, og sostatt eru 88 fólk smittað í løtuni, og talan er í øllum førum um persónar, sum hava føroyskt p-tal.
Seinkingin í kanningarúrslitinum darvar eisini smittusporingina, sigur Landslæknin. Tað týdningarmiklasta í løtuni er at avbyrgja tey, sum hava fingið staðfest smittuna, umframt at viðkomandi persónar, sum hava verið í beinleiðis samband við smittaðu fólkini, fara í sóttarhald. Skotbráið er stutt, tí fólk smitta onnur dagin eftir, at hesi fingu smittuna. Smittan breiðir seg sera skjótt, og tí er hetta týdningarmiklasti stigið, sum skal takast, fyri at steðga smittubreiðsluna. Landslæknin er tó bjartskygdur, tí síðani 38 tilburðir vórðu staðfestir tann 5.august, er talið av staðfestum tilburðum minkað hvønn dag.
- Vit síggja eina geografiska smittubreiðslu, men samstundis síggja vit, at talið av tilburðum støðugt minkar, og tað kunnu vit fegnast um. Tølini vísa eisini, at føroyingar taka støðuna í álvara, og tað fegnist eg um, sigur Landslæknin.
Útflyta smittuna
Fyri nøkrum døgum síðani var Landslæknin ikki í iva um, at talan var um eina og sama smittuketu. Í seinastuni hava fleiri persónar fingið staðfest smittuna, har tað ikki ber til at nágreina, júst hvussu hesi eru smittað. Tó er Landslæknin vísur í , at smittan er komin til landið áðrenn ólavsøku, har krímsjúkan hevur breitt seg, tá fólk hava savnast til ymisk privat tiltøk.
Allir persónar, sum hava fingið staðfest smittuna síðani 3. august, hava føroyskt p-tal. Ein persónur fekk tann 6. august staðfest sjúkuna við komu til Føroya, og eisini her var talan um ein persón, sum hevði føroyskt p-tal. Teir útlendingar, sum higartil hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, hava ikki smittað onnur. Tað er tí eisini greitt, at smittan breiðir seg millum føroyingar.
Eisini eru fleiri persónar farnir av landinum aftur, sum hava fingið staðfest smittuna við komu til annað land. Tá hetta hendir, verður neyðuga smittusporingin framd, soleiðis at finnast kann fram til tey, sum eru í smittuvanda. Hesir persónar telja tó ikki við í føroyska hagtalsyvirlitinum. Føroyar eru tí farnar frá at vera eitt land við ongari smittu, til at vera eitt land, sum útflytir smittuna, og tað er ein nýggj støða.
Vandamikil smittubreiðsla
Nakrir tilburðir eru eisini staðfestir, tá arbeiðspláss hava kannað starvsfólk. Tvey starvsfólk hava fingið staðfest smittuna í samband við kanningar gjørdar á arbeiðsplássinum, og í báðum førum er talan um persónar, sum eingi sjúkutekin høvdu. Smittan er komin inn um gáttina á stovnum, har hon helst ikki skal vera, og tá gerst støðan vandamikil. Hetta er heldur ikki hent áður, og tað sæst tí týðiliga, at vit í løtuni hava eina aktiva, skjóta og vandamikla smittubreiðslu í Føroyum.
Landslæknin vísir á, at tað er serliga í sosialum høpi, at vit verða smittað og smitta onnur. Tað eru ikki ferðafólk ella starvspláss, sum eru vandamikil. Vit smitta hvønn annan, tá vit eru saman við hvørjum øðrum, til dømis í veitslum og øðrum tiltøkum. Tí er áheitanin frá Landslæknanum eisini greið: Vit mugu minnast til góða reinføri, og vit mugu minnast frástøðuna. Tá vit eru til handils, tá vit eru ørindir, og serliga tá vit eru innandura, har nógv fólk savnast. Landslæknin vísir á, at í hesum støðum er maskan eisini eitt smittuverjandi amboð, sum vit kunnu brúka.
- Sum støðan er í løtuni, meti eg tað vera sera hóskandi, at vit brúka maskuna, tá vit til dømis eru til handils, ella tá vit eru innandura, har fleiri fólk savnast.
Heilsumálaráðið 10. august 2020 kl. 16.13
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen // KVF