Í løtuni eru í alt 64 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna.
Fyri at staðfesta, at smittaði fólk eru frísk aftur, skulu ganga 48 tímar uttan sjúkueyðkenni. Tá bera tey ikki smittuna longur og kunnu loysast úr sóttarhaldi.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 28. mars 2020 klokkan 08.20