6 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað upplýsir Landslæknin.
Teir 6 tilburðirnir byggja á úrslit frá 23 kanningum umborð á farmaskipinum Cassiopeia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við síðuna av russiska trolaranum Karelia við bryggju í Ánunum í Klaksvík. Øll manningin, sum telur 23 mans, varð kannað.
Eftir ætlan leggur Cassiopeia leiðina til Afrika í dag. Hesum hevur Landslæknin mælt skiparanum frá at gera.
Landslæknin heitti í gjár á øll, ið hava havt samband við útlendsku manningarnar á teimum trimum skipunum, sum seinastu tíðina hava ligið við bryggju í Ánunum í Klaksvík, um at vísa serligt varsemi. Hann mælir í dag øllum teimum, ið hava havt samband við manningina um at lata seg kanna, sama um tey hava sjúkueyðkenni ella ei. Eisini skulu tey leggja stóran dent á halda frástøðu og hava gott reinføri.