Meira enn helmingurin av teimum spurdu hava higartil givið til kennar sína meting av føroyska sjúkrahúsverkinum.
Fyri einum mánað síðani fór næsta sjúklinganøgdsemiskanningin av bakkastokki í Føroyum tá ið umleið 900 fólk fingu sendandi spurnablað. Tey vórðu spurd um, hvussu tey høvdu upplivað tær veitingar og tænastur, ið tey fingu sum sjúklingar á føroysku sjúkrahúsunum. Higartil hava umleið 55% av teimum spurdu svarað og tey, ið enn ikki hava svarað hava framvegis møguleikan.
Svarluttøkan í føroysku kanningini í 2007 var 59 %. Vanliga liggur svarluttøkan eitt stað millum 50-55 % í tílíkum kanningum í okkara grannalondum.
Í tílíkum kanningum er týdningarmikið, at svarluttøkan er so høg sum gjørligt soleiðis, at eitt eftirfarandi grundarlag fæst fyri at betra um tænastuna á sjúkrahúsunum. Ætlanin er nevniliga at gera afturvendandi nøgdsemiskanningar, soleiðis at tað ber til at vísa á, um ábøtur eru framdar á økjum, sum sjúklingarnir hava verið misnøgdir við.
Kanningin verður gjørd av óheftum donskum kanningarstovni, ið Heilsumálaráðið hevur gjørt avtalu við. Sami kanningarstovnur ger somu kanning av donskum sjúkrahúsum, og sostatt kann kanningin av føroysku sjúkrahúsunum samanberast við kanningarnar av danska sjúkrahúsverkinum. Í mun til kanningina í 2007, hava fólk eisini fingið átta spurningar, ið skulu nýtast til at samanbera føroyska sjúkrahúsverkið við tey norðurlendsku sjúkrahúsverkini.
Tað er eftir tilmæli frá Sjúklingaráðnum, at landsstýrismaðurin hevur tikið stig til, at tílíkar afturvendandi kanningar skulu gerast.
Spurnabløðini eru send tilvildarliga útvaldum sjúklingum, ið eru útskrivaðir av føroysku sjúkrahúsunum í tíðarskeiðinum frá 4. januar til 28. mars 2010.
Enn er møguligt at svara spurnablaðnum.
Úrslitið av kanningini verður almannakunngjørt seinni í ár.