Heilsumálaráðið hevur sent 31 kunngerðir til autorisatiónslógina til hoyringar.
Tann 16. desember 2013 varð “anordning nr. 1472 om ikrafttræden for Færøerne af lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed” sett í gildi fyri Føroyar. Síðani hevur Heilsumálaráðið í samstarvi við Sundhedsministeriet tilevnað tilhoyrandi kunngerðir til autorisatiónslógina. Arbeiðið er nú liðugt og uppskotini til kunngerðir eru send relevantum pørtum til hoyringar.
Talan er um 31 uppskot til kunngerðir sum fevna vítt á autorisatiónsøkinum. Í kunngerðunum eru neyvari ásetingar um virksemi hjá heilsustarvsfólkum, um nýtslu av hjálparfólki, um gjald fyri autorisatión, um læknaváttanir, um fyrivarni ímóti smittandi sjúkum, um fráboðanarskyldu hjá heilsustarvsfólkum viðvíkjandi ymiskum sjúkum, t.d. viðv. krabbameinssjúkum, MRSA og SARS.
Sí kunngerðirnar her
Uppskotini til kunngerðir eru sendar til hoyringar tann 4. mars og hoyringsfreistin er tann 18. mars 2014 Møguligt er at senda viðmerkingar til Heilsumálaráðið á telduposti: hmr@hmr.fo ella til Biritu Ludvíksdóttir, ráðgeva á telduposti: birita.ludviksdottir@hmr.fo