Granskingarráðið hevur fingið handað fæið hjá avtiknu sjúkrakassunum. Nevndarlimirnir í Sjúkrakassagrunninum og stjórin fyri Granskingarráðið undirskrivaðu avhendingarskjalið, sum gevur Granskingarráðnum ábyrgdina av at útluta 28 milliónir í grunninum eftir leiðreglum, sum Sjúkrakassagrunnurin hevur gjørt. Karstin Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fegnaðist um loysnina, ið nevndin í Sjúkrakassagrunninum var komin til. - Við hesum leiðreglum hava tit lagt fundamentið fyri einum lýsandi varða, sum altíð fer at glógva yvir gomlu sjúkrakassunum. Fyri meg hevur tað verið týðandi, at arvurin eftir sjúkrakassunum fekk ta virðiligu viðferð, sum hann hevur uppiborið, og tí endamálinum hava tit rokkið til fulnar. Tá sjúkrakassarnir kring landið vórðu niðurlagdir, gjørdi løgtingið av, at fæið, ið var eftir í grunnunum, skuldi brúkast til at stuðla átøkum og verkætlanum, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars. Sjúkrakassagrunnur Føroya varð settur á stovn við tí eina endamáli at gera leiðreglur fyri, hvussu fæið hjá sjúkrakassunum skuldi brúkast. Leiðreglurnar skuldu vera lidnar innan 1. apríl 2014, og tá skuldi alt fæið verða útgoldið til Granskingargrunnin, sum síðani skuldi hava ábyrgdina av at umsita tað. Nevndin í Sjúkrakassagrunninum varð mannað við umboðum fyri Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, Heilsumálaráðið, Landsfelag Pensjónista, Meginfelag Sjúkrakassa Føroya, fakfeløgini á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum og Sjúklingaráðið. Trý høvuðsøkir Nevndin hevur gjørt av, at fæið hjá sjúkrakassunum skal lutast út til trý høvuðsøkir. Fyrsta høvuðsøkið er stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið. Hetta økið fær 4 milliónir kr. Annað høvuðsøkið er stuðul til gransking og menning á fimm raðfestum heilsuøkjum. Økini eru heilsa sum sosialt fyribrigdi, heilsa sum medisinskt fyribrigdi, hjartasjúkur, krabbamein og sálarfrøðilig heilsa. Hetta høvuðsøkið fær tilsamans 11,8 milliónir kr. Triðja høvuðsøkið er stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum. Økini eru ígongdsetan av einari ella fleiri masterútbúgvingum á Fróðskaparsetrinum í heilsuvísindum og sosialum arbeiði, stuðul til eina ella fleiri ph.d. verkætlanir í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu og stuðul til virksemi hjá leiðandi vísindastarvsfólkum í heilsuvísindum, fólkaheilsu ella sosialari heilsu. Til hetta høvuðsøkið eru 7 milliónir kr. tøkar. Nevndin fyri Sjúkrakassagrunnin leggur stóran dent á, at atlit skal takast til øll økir í landinum, tá stuðul verður játtaður. Les meira um tey trý høvuðøkini her