![23 nýggir tilburðir umborð á russiskum trolara](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13872/corona-1.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=BUt3HPE_uZEaEUUC7D5NXQ99Zvo)
23 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í dag. Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Teir 23 tilburðirnir byggja á úrslit frá 30 kanningum umborð á russiska trolaranum AK-0749 Karelia, sum seinastu dagarnar hevur ligið við bryggju í Klaksvík. Kanningarnar umborð á trolaranum vórðu gjørdar, eftir at tað í gjár varð staðfest, at ein sjómaður umborð var smittaður.
Tá ið russisk skip leggja at við bryggju í Føroyum, so eru greiðar ásetingar um, at manningin ikki hevur loyvið út um eitt avmarkað økið við skipið.
Russiski trolarin AK-0749 Karelia hevur í dag avgjørt at loysa frá bryggju, og liggur í løtuni og bunkrar á Fuglafirði, áðrenn hann fer til fiskiskap.
Tilsamans átta føroyingar hava verið í sambandi við russiska trolaran, og teir eru allir settir í sóttarhald.
Almennu myndugleikarnir eru í løtuni í samband við russiskar myndugleikar um støðuna.
Heilsumálaráðið tann 25. juli kl. 17.12