Tað eru nú í alt 184 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 5035 kanningarúrslit.
Sostatt er ein persónur staðfestur smittaðir seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknaembætið í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 120 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Tveir persónar eru innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 7. apríl 2020 klokkan 07.35