![179 føroyingar fingið staðfest smittuna](https://landsstyri.cdn.fo/savn/13874/corona-mynd.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=oydqMefMSGXbAZeFjsjgqNehVmA)
Tað eru nú í alt 179 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4653 kanningarúrslit.
Landslæknin er komin eftir, at tað í gjár av røttum skuldu verið 178 og ikki 177 persónar, sum høvdu fingið staðfest smittuna.
Sostatt er ein persónur staðfestur smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Heilsumálaráðið tann 3. apríl 2020 klokkan 07.40