Tað eru nú í alt 169 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 4065 kanningarúrslit. Úrslitið fyri seks kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Eftir at uppgerðin í gjáramorgunin varð almannakunngjørd, var komið eftir, at 167 og ikki 168 persónar høvdu fingið staðfest smittuna. Sostatt eru tveir persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Heilsumálaráðið tann 31. mars 2020 klokkan 07.35