Tað eru nú í alt 168 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3825 kanningarúrslit. Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Sostatt eru níggju persónar staðfestir smittaðir afturat seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru í alt 73 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið tann 30. mars 2020 klokkan 07.30