Stórur áhugi er fyri at gerast stjóri í sjúkrahúsverkinum. Tá freistin at søkja tey trý størvini sum stjórar í Sjúkrahúsverki Føroya fór á midnátt vóru íalt 16 umsóknir komnar.
Talan er um umsóknir frá bæði mannfólkum og konufólkum og summir av umsøkjarunum hava søkt fleiri av størvunum. Samanumtikið hava umsøkjarar víst áhuga fyri størvunum soleiðis:
Sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, sum eisini verður forstjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya: 8 umsóknir
Sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi: 8 umsóknir
Sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi: 5 umsóknir