Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.800 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 8.403 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Broytt mannagongd
Í morgin verður mannagongdin viðvíkjandi kunning av kanningarúrslitum broytt. Nú verða kanningarúrslitini frá landslæknanum kunngjørd á serstakari síðu her á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum. Trýst her.
Samstundis verður hildið uppat við at senda daglig tíðindaskriv.
Kanningarúrslit verða framvegis kunngjørd skjótast gjørligt, sum hesi eru tøk.
Heilsumálaráðið 2. juli 2020 kl. 14:43