Tað eru nú í alt 144 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 3120 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 100 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Sostatt eru fýra persónar afturat smittaðir seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Heilsumálaráðið tann 27. mars 2020 klokkan 07.30