![14.046 kanningar og eingin nýggjur tilburður](https://landsstyri.cdn.fo/savn/14061/coronatesstari.jpg?width=1024&height=576&rmode=crop&s=LK82jorthZ_p3_xIccle9h-Kd_w)
Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronasmittuni. Hetta byggir á í alt 14.046 kanningar.
Tað upplýsir Landslæknin, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest coronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 7.649 kanningunum.
Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Heilsumálaráðið 30. juni 2020 kl. 10:41