14 nýggir koronatilburðir eru staðfestir í Føroyum í dag. Tað vísa nýggjastu kanningarúrslitini hjá Landslæknanum. Úrslitið byggir á í alt 41.459 kanningar.
Í alt hava 241 persónar fingið staðfest koronasmittuna í Føroyum. 192 av hesum eru staðfest frísk aftur.
49 persónar eru sostatt smittaðir í løtuni, men 32 av smittaðu persónunum eru farnir av landinum aftur.
Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í samband við koronasmittuna.
Landslæknin mælir øllum til at taka støðuna í størsta álvara. Tað er neyðugt, at øll venda aftur til góðu atferðina við góðum reinføri og neyðugu frástøðuni.
Heilsumálaráðið tann 5. august 2020 kl. 10:33