Umsóknarfreistin til starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum og forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið er nú farin.
Heilsu- og innlendismálaráðið hevur móttikið 12 umsóknir og er talan um bæði kvinnur og menn, sum hava søkt.
Heilsu- og innlendismálaráðið fer í næstum undir setanartilgongdina.