![](https://landsstyri.cdn.fo/savn/1263/hmr_kommunulæknar.jpg?width=600&rmode=min&s=ngD37q1WcvCg59LJ06gbVklMI-g)
Kommunulæknar
Kommunulæknaskipanin hevur ein týdningarmiklan leiklut bæði í sambandi við sjúklingaviðgerð og sum partur av heilsuøkinum. Í Føroyum eru 34 kommunulæknastørv. Øll, sum búgva í Føroyum, skulu hava ein kommunulækna.
Á heimasíðuni hjá Heilsutrygd www.heilsutrygd.fo er nærri kunning um kommunulæknaskipanina herundir m.a. yvirlit yvir kommunulæknar, tey níggju læknadømini, kunning um Læknavaktina og sáttmálar á økinum.