Tey trý sjúkrahúsini eru stovnar undir Heilsumálaráðnum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur evstu ábyrgd av sjúkrahúsverkinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.